Jóannes Eidesgaard: Høgni hevur longu vunnið - hann veit bara ikki av tí

Høgni Hoydal hevur vunnið fleiri alvorlig stikk, men tekur tey ikki inn. Tey liggja á borðinum enn, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at tað hevði verið betri, um fiskivinnunýskipanin bleiv býtt í smærri partar.

 

- Málið hevur ligið á borðinum í 10 ár, og eingin er farin í holt við at loysa tað, fyrr enn hendan samgongan. Orsøkin er, at hetta er eitt ómetaliga víttfevnandi og fløkt mál, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

 

Hann heldur, at Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal gjørdu ein feil at koyra alt málið í ein pakka.

 

- Tað vísir seg, at ósemjan kanska er um 10 %, men tað stórt sæð ikki er ósemja um 90 % av uppskotinum. Tí er tað harmilig, at man kann forkoma uppskotinum vegna 10 % og tí missir tey 90 % á gólvið, sigur hann.

 

 

- Eg eri sannførdur um, at um tað bleiv býtt upp í smærri partar, hevði man kunna fingið breiðar semjur um stórar partar av uppskotinum, sigur hann og vísir til mál sum at veiða burðardygt, meirgóðsking og gagnnýtslu av okkara ríkidømi.

 

 

Jóannes Eidesgaard vísir á, at vinnan eisini hevur tikið nógv av boðskapinum í uppskotinum til sín longu, og nevnir til dømis tilfeingisgjald.

 

- Tað var eitt banniorð, tá tað kom út, men nú hevur sjálvt vinnan góðtikið, at hetta er eitt hugtak, sum er komið fyri at vera, sigur hann.

 

 

- Eitt annað dømi er sølan av veiðuloyvum. Øll hava lært seg at liva við, at Krúnborg-sølan ikki kann endurtaka seg nú. Hendan spekulatiónin í sølu av loyvum fylti eisini nógv í valstríðnum, men tað er eisini semja fingin um, at tað skuldi koma landinum til góðar, sigur hann.

 

 

Jóannes Eidesgaard óttast tó, at nú fer alt fyri bakka, tí at stríð er um mál, sum liggja úti í útjaðaranum av uppskotinum.

 

- Uppboðssølan var ikki berandi elementið í valupplegginum, ei heldur anti-trust reglurnar. Berandi boðskapurin var, at ríkidømi, sum varð akkumuleraður í fiskivinnuni skuldi koma landinum til góðar, sigur hann.

 

 

Fyrrverandi løgmaður heldur tí, at betri hevði verið, um fiskivinnunýskipanin bleiv broytt í stigum.

 

- Man kann hava ambitiøs mál, men man má ikki vera ov avgjørdur at skula hava alt ígjøgnum í einum, tí tað eydnast sera sjáldan. Ofta má man taka tað í stigum, sigur Jóannes Eidesgaard.