Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vildi heldur havt seks landsstýrisfólk og seks aðalráð enn tey níggju, sum nú eru Jóannes Eidesgaard segði í Degi og Viku í kvøld, at hann í arbeiðnum at gera ein kreppupakka hevur havt tað frammi at minka talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum.
Hann vildi ikki siga, hvørjar samanleggingar hann hevur í huga, men sambært kringvarpinum hevur talan verið um at leggja fiskimálaráðnið og vinnumálaráðið saman, somuleiðis almannamálaráðið og heilsumálaráðið, og at uttanríkisráðið skal flytast aftur undir løgmansfyrisitingina.
Jóannes Eidesgaard vildi ikki gera viðmerkingar til hetta.
Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins og landsstýrismaður í uttanríkismálum, er ímóti at leggja uttanríkisráðið afturat løgmansfyrisitingini. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er eisini ivingarsamur.
Kelda: Kringvarp Føroya