Lars Olsen tók í dag út hópin til landsdystin móti Andorra 25. mars. Fýra skaðar, tvey avboð og eitt leikbann ger, at Lars Olsen hevur blandað kortini eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Millum nýggju nøvnini er Jóannes Bjartalíð úr KÍ.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðan
- Eg fekk boðini í gjár, og tað var nokkso óvæntað. Boðini komu seint í gjár um at eg skuldi møta upp her. Tað var bara stuttligt. Eg sang allavegin suður, sigur Jóannes Bjartalíð.
Sum flestu aðrir dreingir, so er hann uppvaksin við landsliðnum. Hann tosar millum annað um sigurin á Litava, tá Súni Olsen skoraði rimmar fríspark.
- Landsliðið er nokk tað størsta ein spælari kann uppnáa í Føroyum. Landsliðið er tað tú droymir um, tá tú byrjar at spæla fótbólt, sigur Jóannes Bjartalíð.
Landsliðið spælir móti Andorra á útivølli 25. mars.
Hópurin er:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB
Símun Rógvi Hansen, NSÍ
Verjuspælari:
Jónas Þór Næs, ÍBV (ICE)
Atli Gregersen, Víkingur
Hørdur Askham, KÍ
Jóhan Troest Davidsen, HB
Odmar Færø, B36
Bárður Hansen, NSÍ
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Miðvallarar:
Rógvi Baldvinsson, Bryne (NOR)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Gilli Sørensen, SK Brann (NOR)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, OB (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Páll Klettskarð, KÍ