Jóanis Erik Køtlum heilsustjóri í Grønlandi

Ósemja um strategi og leiðslu hevur ført til, at heilsustjórin í Grønlandi er sagdur úr starvi. Jóanis Erik Køtlum skal fyribils røkja starvið.

Heilsustýrið í Grønlandi hevur sagt stjóran, Malene Marie Nielsen, úr starvi. Tað skrivar grønlendska sjálvstýrið, Naalakkersuisut, í tíðindaskrivi.

Malene Marie Nielsen er stjóri í stýrinum fyri heilsu og fyribyrging, sum er evsta leiðsla í grønlendska heilsuverkinum.

Rok hevur verið um stjóran, og eitt mál um mutur hevur eisini verið frammi. Men í tí málinum varð hon fríkend.

Hon varð skuldsett fyri at hava handlað við manni sínum, sum er handilsmaður og eigur fleiri bygningar, sum heilsuverkið leigar.

Ein innanhýsis kanning er gjørd, og Malene Marie Nielsen varð fríkend.

Men hetta málið hevur einki við uppsøgnina at gera, sigur Heilsumálaráðið.

– Ráðið leggur stóran dent á, at avgerðin um at enda samstarvið hevur einki við persónligu viðurskiftini hjá Malene Marie Nielsen at gera, ella mál sum hava verið frammi ella kanningar, sum hava verið gjørdar, skrivar sjálvstýrið í tíðindaskrivinum og heldur fram:

– Ósemja um strategi um menning og leiðslu í heilsuverkinum er orsøkin til, at samstarvið endar.

Í staðin hevur ráðið gjørt avtalu við Jóanis Erik Køtlum um at vera fyribils heilsustjóri til ein nýggju verður settur.

Hann hevur áður verið í starvi sum heilsustjóri í Grønlandi frá 2012 til 2016.