Jóanes Nielsen, rithøvundur, og Katrin Ottarsdóttir, filmslistakvinna, eru á skránni á bókmentastevnuni CPH:LITT 2010, ið verður í Keypmannahavn í døgunum 5. - 8. mai.
Hetta er triðja árið á rað, at bókementastevnan CPH:LITT verður hildin í Keypmannhavn. Á stevnuni verður m. a. upplestur, tónleikur, samtalur millum rithøvundar - og í ár eisini filmur. Luttakararnir á stevnuni eru bæði danskir og útlendskir rithøvundar, og í ár er fyri fyrstu ferð eisini ein føroyskur rithøvundur millum ?nøvnini?, nevniliga Jóanes Nielsen.
Jóanes Nielsen man vera tann av núlivandi føroyskum rithøvundum, ið er mest kendur í Danmark. Heilar sjey bøkur eftir hann eru givnar út á donskum, seinast skaldsøgan »Glansbilledsamlerne« (2008) og yrkingasavnið »Broer af sultne ord« (2010), sum forlagið Torgard hevur givið út. Tær fingu báðar framúrskarandi góð ummæli, og »Glansbilledsamlerne« verður í næstum givin út av nýggjum - í paperbackútgávu. Eisini á hvíta løriftinum hevur Jóanes Nielsen gjørt vart við seg í Danmark.
Filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir um Jóanes - »Sporini vaksa úr orðum« - varð fyrr í ár sýndur í Keypmannahavn, Århus og Ålborg, og á bókmentastevnuni í vikuni verður hann aftur vístur í Keypmannhavn.
Á CPH:LITT 2010 verður Jóanes Nielsen tríggjar ferðir á skránni, harav eina ferð saman við Katrini:
Fríggjadagin 7. mai, kl. 18:30 á Kongaliga Bókasavninum:
Yrkingaupplestur við Jóanesi og donsku yrkjararunum Piu Tafdrup og
Ursulu Andkjær Olsen.
Kamilla Löfström, bókmentafrøðingur, presenterar yrkjararnar.
Hetta er eitt av fleiri tiltøkum undir heitinum »Store nordiske«.
Leygarmorgunin 8. mai, kl. 9:00 í Grand biografinum:
Filmurin »Sporini vaksa úr orðum« verður vístur. Katrin Ottarsdóttir sigur nøkur orð áðrenn sýningina. Eftir sýningina tosa Jóanes Nielsen og Katrin Ottarsdóttir um filmin í caféini í Grand. Tore Leifer frá Kulturnyt á P1 stýrir samrøðuni.
Leygardag 8. mai, kl. 17:00 í Huset í Magstræde:
Jóanes Nielsen og danski yrkjarin Janus Kodal samtala.
Niels Ivar Larsen frá Information stýrir samtaluni.










