Jóanes Nielsen aftur á donskum

Yrkingasavnið »Brúgvar av svongum orðum« er komið út í danskari týðing eftir bókmentafrøðingin og ummælaran á Informatión, Erik Skyum-Nielsen. À donskum hevur savnið fingið heitið »Broer af sultne ord«. Við útgávuni fylgir ein fløga, har Jóanes Nielsen lesur nakrar av yrkingunum upp umframt brot úr nýggja filminum um høvundan ?Sporini vaksa úr orðum?.

Týðarin og bókmentafrøðingurin Erik Skyum-Nielsen, sum eisini hevur týtt savnið, hevur fyrr víst á, at lagnan, sum onkrar av bókunum hjá Jóanes Nielsen hava fingið, er ikki í samsvar við hansara dygdir sum rithøvundi.

- Eftir mínum tykki hevur Jóanes Nielsen avgjørt tað, sum skal til fyri at sláa ígjøgnum sum altjóða rithøvundur, segði Erik Skyum-Nielsen millum annað við Sosialin í fjør.

Tí undraðist hann eisini yvir, at bøkurnar hjá Jóanes Nielsen ikki hava fingið størri útbreiðlsu uttanfyri Føroyar.

Tað verður tað so bøtt um nú, og sambært bókmentafrøðinginum Kim Simonsen er talan um eitt av bestu yrkingasøvnunum frá einum stórum føroyskum rirhøvunda.

Millum annað sigur Kim Simonsen soleiðis um savnið:

»Tað er, eins og bøkurnar hjá Jóanesi koma út við einum innbygdum anga av tjøru, smiðju og hamarssløgum, av lorti og anga av fisu ? stutt sagt veruleikin uttan smakk av søtievnum, litevnum og e-numrum. Ein heimur hinumegin lívsstílsanalysir, samtalukøkar og Facebook«

Savnið, sum nú er týtt til danskt, var í uppskoti til Norðurlanda Bókmentavirðislønina í 2002

Tað er forlagið Torgard, sum gevur út »Broer af sultne ord«.