Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handar Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva Landsins og Virðisløn til ungt listafólk fyri 2011 á Tjóðpalli Føroya, sunnukvøldið hin 15. januar klokkan 20. Á tiltakinum verða røður, tónleikur, filmur og upplestur.
- Eg eri fegin um at kunna handa nøkrum av fremstu lista- og mentanarfólkum okkara virðislønir fyri avrik teirra. Vit eiga í Føroyum úrmælingar á so nógvum økjum innan mentan og list, og tað er av týdningi, at vit áhaldandi varpa ljós á skapandi virðini, ið hava so stóran týdning fyri okkara samfelag.
Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Í ár er tað Jóanes Nielsen, rithøvundur, ið fær mentanarvirðisløn Landsins. Jóanes Nielsen hevur í meira enn 30 ár víðkað og ríkað føroyska bókmentapallin. Hann hevur latið úr hondum yrkingasøvn, skaldsøgur, greinar og leikrit. Í 1984 fekk hann Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið Pinnabrenni til sosialismuna, og í 2002 fekk hann Nordisk Dramatikerpris fyri leikritið Eitur nakað land week-end?. Fýra ferðir hevur hann verið innstillaður til Nordisk Råds Litteraturpris.
Mentamálaráðið vísir í tíðindaskrivi á, at tað verður Kistian Blak, sum fær Heiðursgáva Landsins. Kristiani Blak hevur seinastu 35 árini verið virkin á føroyska tónleikapallinum, sum tónleikari, tónasmiður og útgevari og sum kveikjari og ráðgevi hjá føroyskum tónleikarum á veg út í heim. Kristian Blak fekk í 2002 virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik.
- Í ár hevur landsstýrismaðurin gjørt av at lata eina Virðisløn til ungt listafólk. Virðislønin er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan. Virðislønin til ungt listafólk 2011 verður latin 25-ára gamla, evnaríka skopuninginum, filmslistamanninum, Sakarisi Fríða Stórá, fyri at hava sýnt serliga góð evni innan filmslist.
Mentamálaráðið sigur, at virðislønirnar verða latnar við heimild í løgtingslóg, har ásett er, at virðislønarnevnd við fimm limum ger tilmæli til landsstýrismannin um móttakarar av mentanarvirðislønum landsins.
Lagt verður aftrat í tíðindaskrivinum, at Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000 krónur, Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur og Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 krónur.
Tiltakið á Tjóðpalli Føroya í Tórsgøtu í Havn sunnukvøldið hin 15. januar klokkan 20 er alment og ókeypis.