Jóan Símun Edmundsson, sum ikki var á vøllinum í gjár, tá OB spældi málleysan javnleik móti AV Horsens og Halli Hansson, venur í dag við masku á andlitinum. Orsøkin til, at hann ikki spældi í gjár var eyma nøsin eftir landsdystin móti Andorra.
- Vit ansa eftir honum, so hann er heilt klárur, áðrenn hann kemur inn. Hann hevur trupulleikar við at anda og vit hava gjørt eina masku til hann, sigur Kent Nielsen venjari hjá OB.
Hann leggur afturat, at toftamaðurin venur sum vanligt í dag. Sjálvur dysturin var lítið undirhaldandi við heldur vánaligum spæli frá bæði OB og AC Horsens. Tað er heldur ikki so løgið, at einki undirhald kom frá heimaliðnum AC Horsens.
- Eg havi onga ætlan um at undirhalda nakran. Tað eisnasta, sum hevur týdning er, at vit gera ein sigur sannlíkan. Eg skal tryggja at ongin skorar móti okkum, sigur Bo Henriksen, sum annars er ein farvuríkur persónur – saman kann ikki sigast um spælistílin hjá AC Horsens.
Kent Nielsen vónar, at Jóan Símun Edmundsson verður tøkur til dystin móti Esbjerg komandi fríggjadag. Sama dag spælir AC Horsens úti móti Randers FC, sum er uttan skadda Brand H. Olsen.