Sambært heimasíðuni hjá Newcastle United, so er nýggi venjarin hjá eykaliðnum, Peter Beardsley, tó væl nøgdur við sítt lið. Hann sigur seg hava sæð nógv gott í sínum monnum til hendan dystin og hann er heldur ikki samdur í, at Luton Town var trý mál betri enn liðið hjá honum.
Jóan Símun Edmundsson spældi í ein tíma av dystinum, tá hann var útskiftur við Patrick McLaughlin.
Luton Town spælir í fimt bestu deildini í Onglandi, sum eitur Conference National.