Jóan Símun so óendaliga nær Bundesliguni

2. Bundesligan: Arminia Bielefeld vann í dag stórsigur og nærkast Bundesliguni

Arminia Bielefeld vann í kvøld stórsigur í útsetta dystinum móti Dynamo Dresden og er bara eitt stig frá beinleiðis uppflyting. Arminia Bielefeld vann 4-0.

Dysturin bleiv útsettur, tí allur hópurin hjá Dynamo Dresden endaði í sóttarhaldi. Dynamo Dresden er botnlið, men hevur givið hinum góða mótstøðu og úrslitini hava verið svikalig hjá Arminia Bielefeld. Tí var stórur spenningur um dystin í kvøld.

Arminia Bielefeld kom á odda longu aftaná tíggju minuttir við máli, sum Jonathan Clauss skoraði. Heimaliðið staðfesti sigur, tá ein tími var spældur. Tá skoraði fyrst Andreas Voglsammer og síðani málslúkurin, Fabian Klos. Cebio Soukou setti punktum við máli til 4-0 tríggjar minuttir fyri tíð.

Arminia Bielefeld er nú átta stgi fremst og níggju stig frammanfyri VfB Stuttgart, sum er á triðja plássi. Tí skal Arminia Bielefeld bara hava eitt stig afturat fyri at flyta upp, tú nummar eitt og tvey flyta upp beinleiðis, meðan nummar trý skal spæla um upp og niðurflyting.

##med2##