Eykaliðið hjá Newcastle vann í gjár í lokalu steypakappingini og er í hálvfinaluni. Føroyski landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson, spældi allan dystin, sum endaði við 2-0 sigri til toftamannin og hansara menn.
Mótstøðan í fjórðingsfinaluni í Northumberland Senior Cup var amatørliðið Ashington. Brad Inman úr Avstralia skoraði bæði málini hjá Newcastle í seinna hálvleiki. Jóan Símun spældi allan dystin og tykist hava vunnið sær fast pláss á eykaliðnum aftur.
Fleiri føroyingar hava verið í Newcastle seinastu dagarnar í samband við jólatúrin hjá Norrønu, men enn vita vit ikki um nakar av teimum vóru til dystin.
Eykaliðið hjá Newcastle vitjar mánakvøldið eykaliðið hjá Blackburn.