Jóan Símun Edmundsson var á vøllinum allan dystin, tá Arminia Bielefeld í kvøld spældi hendingaríkan 3-3 javnleik móti VfL Bochum í 2. Bundesliguni í Týsklandi.
Føroyski landsliðsspælarin, sum nú er fluttur aftur á miðvøllin, fekk eina góða byrjan upp á dystin. Gestirnir úr Bielefeld komu á odda bæði 1-0 og 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki.
Síðani kom ferð á heimaliðið. VfL Bochum minkaði um munin við brotssparki og løtu seinni var javnleikur 2-2. Innskifti Simon Zoller var um at blíva dagsins hetja, tá hann legði VfL Bochum á odda 3-2 fimm minuttir fyri tíð.
Í yvirtiðini gjørdi Vfl Bochum sjálvmál, tá Anthony Losilla tveitti seg fram og sendi eitt innlegg í egið mál, so at Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld fingu eitt stig. Arminia Bielefeld hevur nú tvey stig fyri tveir dystir.
##med2##