Jóan Pauli Joensen ætlar sær á ting

Fyrrverandi rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Pauli Joensen, professari, stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið. Tað er greitt, eftir at Vága Javnaðarfelag hevur havt uppstillingarfund í Beitishúsinum í Miðvági.

- Vit eru sera fegin um at hava fingið Jóan Paula Joensen á listan. Vit meta, at hann er ein fongur. Hann er ein maður við drúgvums royndum, og komin nakað til árs, so er hann eisini røddin hjá eldra ættarliðnum, sigur Jon S. Hansen, formaður í Vága Javnaðarfelag.

Jóan Pauli Joensen hevur verið limir í Javnaðarflokkinum í mong ár, men hevur ikki verið alment aktivur.

Umframt at vera professari á Fróðskaparsetrinum og fyrrverandi rektari, so var hann eisini formaður í stjórnarskipanarnevndini, sum gjørdi uppskotið til nýggja stjórnarskipan.

Saman við Jóan Paula Joensen stillar Vága Javnaðarfelag eisini upp Kristoffur Gaardlykke, sum javnan hevur havt sæti á tingi hetta skeiðið sum varamaður.