Ivin stendur nakrar vikur afturat

Ítróttardómstólurin hjá ÍSF kolldømdi málsviðgerðina hjá FSF í Páll M. Joensen málinum. Men hann fríkendi á ongan hátt HB, sum  nú saman við B36 og EB/Streymi  skal liva í ivanum í nakrar vikur afturat

HB-málið

Talan er alt meira um komediu, glantrileik og politikk í skjótt heimskenda Páll M. Joensen málinum. Hóast kalendarin nú er komin upp á 114 dagar, og hóast vit hava upplivað tvær viðgerðir í Kappingarnevindini, tvær í Dómsnevndini, eina á starvsnevndini, eitt fútaforboð og nú eisini eina viðgerð hjá Ítróttardómstólinum, so er málið enn ikki liðugt. Og tað so langt ífrá kundi kanska verið skoytt afturat.

Líkaregla galdandi
Leygardagin kom úrskurðurin frá Ítróttardómstólinum í málinum, og har varð staðfest, at tað skal verða líka fyri Loka og Tór. Ítróttardómstólurin staðfesti nevnliga, at tá FSF er vitandi um tvey onnur mál, har ivi er sáddur um spæliloyvi hjá spælarum, so eiga øll hesi mál at verða viðgjørd undir einum.
Við hesum í huga staðfesti dómstólurin, at málið um Páll Mohr Joensen fyri triðu ferð skal beinast í Kappingarnevndina. Her skal støða av nýggjum takast til, hvør avleiðingin av, at HB nýtti ein spælara uttan loyvisbræv, skal verða. Og skal Kappingarnevndin í hesum sambandi hava fyrilit fyri teimum báðum málunum.
Kappingarnevndin hevur annars áður gjørt vart við, at tey vilja taka hesi bæði málini upp, tá endaligur úrskurður í Páll M. Joensen málinum fyriliggur. Dómstólurin metti tó, at frálidna tíðin nú var somikið drúgv, og tá FSF longu hevur ásett fjórðingsfinaluna millum EB/Streym og VB/Sumba ella HB til 26. juli kundi ikki roknast við, at málini verða avgreidd til hesa tíð.

Geva ikki viðhald
Hóast HB alla tíðina hevur sagt seg hava eina góða sak. Og hóast hetta framvegis verður sagt, so er tó vert at bíta merki í, at Ítróttardómstólurin sum so ikki hevur givið HB viðhald í sínum páhaldum í kæruni.
Soleiðis stendur framvegis fast  eins og FSF hevur ført fram  at tað er HB, sum hevur próvbyrðuna fyri, at spæliloyvið hjá spælaranum er í lagi. Og somuleiðis verður staðfest, at hóast neyðugu upplýsingarnir til útflýggjan av spæliloyvi finnast í tilfarinum, sum krevst til at skráseta spælarasáttmála, so eru sáttmáli og loyvi hvør sítt, og eiga tí ikki at verða samantvinna.
Og tað stendur eisini fast, at tað eina og aleina er upp til Kappingarnevndina at meta, hvørji mál skulu takast upp av eintingum.

Nøs til FSF
Hóast HB soleiðis ikki fær viðhald í, at spælarin ikki var ólógligur, so gevur dómstólurin eisini eina nøs til FSF á vegnum.
Ivi verður nevnliga sáddur um rættleikan av skrásetingunum av loyvisbrøvum hjá FSF í úrskurðurinum. Somuleiðis verður peikað á vantandi formkrøv í kappingarreglunum til fráboðanir um felagsskifti, og sagt verður, at samsvar er ikki millum siðvenju og orðaljóð í reglunum.

Sama mylla umaftur
Hvussu er og ikki, so verður tað nú álagt Kappingarnevndini hjá FSF at viðgera málið umaftur. Formaðurin í Kappingarnevndini, Høgni í Stórustovu, hevur við Útvarpið sagt, at hetta ætlandi skal verða skjótast gjørligt.
Skjótast gjørligt er tó helst ikki fyrr enn í fyrsta lagi eina ferð í komandi viku. Fyrst og fremst, tí EB/Streymur og B36 skulu hava tíð at gera sínar viðmerkingar til málið. Hartil verður kappingarnevndin  orsakað av feriu  ikki fullmannað fyrr enn mánadagin, sum skilst.
Og so er spurningurin sjálvandi, um vit enn einaferð skulu rokna við somu myllu. Líka mikið hvør niðurstøðan verður í málunum um Klæmint Matras og Knút V. Vesturtún, so ber illa til at ímynda sær, at dómurin til HB verður linari. Í úrskurðurin staðfestir Ítróttardómstólurin nevnliga, at spælarin spældi uttan spæliloyvi, og tað, sum er álagt FSF er, at tey av nýggjum skulu taka støðu til, hvørja revsing hetta ber við sær. Higartil hava Kappingarnevndin (tvær ferðir ), aðalnevndin  tó uttan heimild  og dómsnevndin í tilsamans fýra umførum hava staðfest, at revsingin er, at dystur verður taptur. Og tí skulu helst nøkur heilt serlig argument á borðið, um tann niðurstøðan skal broytast.