Jonathan Woodgate verður roknaður millum bestu verjuspælarar í Onglandi, men hann hevur verið illa plágaður av skaðum á sínari yrkisleið, og nú er aftur galið. Woodgate hevur bert spælt tríggjar dystir fyri Tottenham í ár, tí ein gamal skaði í lærkrikanum argar aftur. Venjarin hjá Tottenham, Harry Redknapp, sigur, at hann veit ikki, nær Woodgate verður tøkur aftur. Ivi er um, hvussu Woodgate skal viðgerast fyri skaðan.