Fleiri listafólk, sum Sosialurin hevur tosað við, aftra seg við at úttala seg um setanina av einum løgfrøðingi sum formanni í Mentanargrunninum. Orsøkina siga tey vera, at tey stúra fyri avleiðingunum, tað kann fáa fyri umsóknirnar, tey hava sent til grunnin.
- Hatta er nettup trupulleikin. Tá tú ikki kanst vera vís í, at listafaklig argumentir eru avgerandi fyri umsóknina, byrjar tú at gita um, hvørji onnur kriteriu og motivir verða brúkt. Tað er ómetaliga trist, tí slíkur illgruni er reint eitur fyri alt tað listarliga umhvørvi, harmast Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur.
Eisini Sunleif Rasmussen, komponistur, stúrir fyri avleiðingunum.
- Tað er nóg ringt, at alt listafakligt kjak hvørvur, tí fakligu argumentini ikki sleppa framat. Um fólk nú eisini geva sær sjálvum munnkurv, byrjar tað at líkjast sensuri, sigur hann
Spurdur, um hann metir nevndina í Mentanargrunninum vera føra fyri at meta um eina umsókn frá sær, svarar Sunleif Rasmussen avgjørdur
- Nei, tað er hon ikki
Symptomatiskt
Setanin av nýggju nevndini fyri Mentanargrunnin er annars í allar mátar í tráð við lógina fyri grunnin. Sambært grein 3 í lógini skal landstýrismaðurin tryggja, at nevndin hevur "breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan." Um neyðugt, eigur nevndin hartil søkja sær sakkøna ráðgeving innan viðkomandi listagrein í sambandi við viðgerðir av umsóknum.
Kinna Poulsen, listfrøðingur og ummælari er ein av teimum, sum altíð hevur undrast yvir hesa raðfesting.
- Tað mátti verið meir upplagt, fyrst at tryggja sær at listafakligu førleikarnir hjá nevndini eru í lagi, tí tað er har, hennara fremsta uppgáva liggur. Eg hevði skilt tað betri, um tað stóð, at nevndin eigur at at søkja sær løgrøðiliga ella fíggjarliga ráðgeving, um neyðugt, sigur Kinna Poulsen, og minnir á, at sum er, er leiklistin til dømis als ikki umboðað í nevndini.
Heldur ikki samanborið við líknandi stovnar aðrastaðni, er Mentanargrunnurin serliga væl brynjaður listafakliga, ásannar Urd Jóhannesen, ið er føroyska umboðið fyri norðurlendska listagrunnin Kulturkontakt Nord.
- Listafakliga tykist samansetingin í nevndini heldur illa umhugsað. At man ikki í størri mun hevur tikið listarligu serfrøðina við, er væl symptomatiskt fyri føroyska hugburðin, at øll hava líka gott skil fyri list, sigur Urd Johannesen, sum undrar seg yvir, at føroyingar ikki eru komnir longur á tí økinum.
- Aðrastaðni ásannar man jú, at listarligar metingar hjá serfrøðingum á økinum viga tyngri enn metingar, ið ikki byggja á faklig argumentir. Hasa virðingina fyri listarligu serfrøðini mangla vit tíverri ofta í Føroyum, staðfestir Urd Jóhannesen.
Listaráð á veg
At vantandi virðingin fyri listarligu fakligheitini eisini rakar arbeiðið í Mentanargrunninum er ikki bara ótíðarhóskandi samanborið við onnur lond, heldur Inger Smærup Sørensen. Tað er beinleiðis ábyrdarleyst, havandi í huga, at talan er um skattapengar, sum nevndin er sett at umsita. At lógin loyvir hesum sigur okkum bara, at neyðugt er at broyta lógina sum skjótast.
Og sambært Helenu Dam á Neystabø, mentamálaráðharra eru broytingar á veg. Í september fekk hon handað álit um Mentanargrunnin, sum milum annað leggur upp til, at grunnurin verður umskipaðaur til eitt sokalla Listaráð.
- Ætlanin við Listaráðnum er nettup at lyfta tann listfakliga partin munandi við tilmælandi faknevndum á ymsu listaøkjunum. Á tann hátt kemur grunnurin at virka á sama hátt, sum tilsvarandi grunnar aðrastaðni, sigur Helena Dam á Neystabø, sum vónar, at arbeiðið við nýggja Listaráðnum kann fara í gongd longu í ár.