Í ferðavinnublaðnum Travel People, sum heldur til í Keypmannahavn, stendur at lesa í januar-útgávuni, at VestNorden Travel Mart væntandi ikki verður hildin aftur í Føroyum. Frameftir verða tær hildnar í Keypmannahavn.
Sambært blaðnum er orsøkin hon, at áhugin millum útlendskar ferðavinnustovur til slíkar ferðavinnustevnur í Føroyum ikki er serliga stórur. Keyparaskarin hevur tí verið heldur tunnur.
Á heysti í fjør skipaði Ferðaráð Føroya, sum nú hevur formansskapin í VestNorden Tourist Board, fyri ferðavinnustevnuni VestNorden Travel Mart í Havn. Norrøna var hotelskip hjá gestunum, og sambært blaðnum riggaði stevnan væl sum so. Trupulleikin var bert tann, at ov fáir potentiellir keyparar vóru við á stevnuni.
Ov tíðliga at siga
Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, sigur, at tað er alt ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um VestNorden Travel Mart, og at tíðindini í blaðnum ikki eru heilt eftirfarandi.
? Tað er ov tíðliga at siga. Eg vænti, at stevnan verður aftur í Føroyum í 2007, sigur Heri Niclasen, tá vit spyrja hann um greinina í blaðnum Travel People.
VestNorden Travel Mart verður hildið annaðhvørt ár í Íslandi og annaðhvørt ár í Grønlandi og Føroyum. Tað vil siga, at stevnan er í Føroyum fjórðahvørt ár.
Stjórin í Ferðaráðnum ásannar, at tað burdu verið fleiri keyparar til stevnuna, og hann upplýsir, at talið av keyparum er fallið eitt vet seinastu árini. Hetta er nakað, sum ferðavinnan má gera nakað við. Hetta er tó ein gongd, sum eisini hevur verið á nógvum øðrum ferðavinnustevnum.
Orsøkin er, at ferðin til Føroya er long, og alt tiltakið tekur fleiri dagar. Tí aftra ferðavinnustovur í Evropa seg við at senda umboð til eina stevnu, sum fer fram á einum so fjarskotnum stað.
Heri Niclasen hevur hoyrt leysatíðindi um, at grønlendingar møguliga fara at skipa fyri sínari VestNorden Travel Mart í Keypmannahavn ístaðinfyri í Grønlandi. Men tað er tó alt ov skjótt at staðfesta, at stevnan ikki verður aftur í Føroyum.
Hann hevur tó einki ímóti at royna at hava stevnuna í Keypmannahavn, men tað skal vinnan sjálv gera av.










