Ivi sáddur um úrslitið av X-Factor finaluni

Nógvar klagur eru komnar frá illum hyggjarum, ið siga, at teirra atkvøður til ABC ikki vóru móttiknar, og sostatt ikki við í endaliga úrslitinum Nú verður ivi sáddur um úrslitið av finaluni í X-Factor. Nógvir illir hyggjarar hava klagað um, at teirra smsboð ikki hava talt við í endaliga úrslitinum. Við bert tveimum prosent stigum á muni vann føroyska Linda Andrews ímóti Alien Beat Club, og sostatt skuldu bert fáar atkvøður til fyri at koppa úrslitinum.

 

Á heimasíðuni hjá Ekstra Blaðnum ber til at atkvøða um málið, og har hava yvir 45 prosent av teimum vitjandi sagt, at tey atkvøddu fyri ABC, men at smsatkvøðan kom ikki ígjøgnum.

Summi vilja verða við, at X-Factor eigur at halda enn eina finalurundu, tí tað kann elva til stóra misnøgd, tá ið bert 2 prosent stig vóru á muni ímillum Lindu og ABC.