Íverksetarar steðgaðir av reglugerðum

26 ára gamla Jóhanna Maria Isaksen býr í lítlu bygdini Húsar í Kalsoynni saman við lítlu dóttrini Silvurlýn og manni sínum Kent. Uttanfyri hjá teimum á Húsum hevur Jóhanna Maria ein stóran rabarbugarð, sum hon brúkar til framleiðslu av rabarbusaft

26 ára gamla Jóhanna Maria Isaksen býr í lítlu bygdini Húsar í Kalsoynni saman við lítlu dóttrini Silvurlýn og manni sínum Kent. Uttanfyri hjá teimum á Húsum hevur Jóhanna Maria ein stóran rabarbugarð, sum hon brúkar til framleiðslu av rabarbusaft. Væl umtókta rabarbusaftin á Húsum hevur verið við til alskins kappingar og tiltøk seinastu tíðina, og íverksetarin Jóhanna Maria gleðist um framgongdina. Hon byrjaði at gera saftina, tí hon hevði meir enn nokk av rabarbum til húsbrúk og til sølu. Hon hugsaði tá, at hon vildi royna okkurt nýtt, so saftin varð gjørt í samstarv við útoyggjafelagið, og var tá ætlað sum eitt ferðaminni til útlendingar. Síðani hetta hevur framleiðslan tó mest verið til heimamarknaðin, greiðir unga kvinnan frá.

 

Hvør var størsta upplivingin hjá tær í árinum sum fór?

Tað størsta sum er hent mær í ár hendi 6. desembur, tá dótturin varð borðin í heim.

 

Hvør var størsta upplivingin hjá tær á arbeiðsøkinum við rabarbusaftini?

Tað størsta var at vinna gull og silvur heiðursmerki í Íslandi fyri sirop og rabarbusaftina.

 

Hvat vilt tú helst gloyma í árinum sum fór?

Eg vil helst ikki gloyma nakað, men læra av øllum eg havi verið úti fyri, bæði góðum og minni góðum!

 

Hvar finnur tú íblástur til virkna lívið í samfelagnum?

Íblástur finni eg í umhvørvinum eg eri í. Eisini fái eg íblástur frá fólki rundan um meg. Serliga tá býarfólk siga mær, at onki lív er í smáplássum og at onki letur seg gera har. Hetta gevur mær altíð íblástur og vilja til at mótprógva hesum útsagnunum. Eg vil vísa at alt eisini ber til, eisini á Húsum, um viljin og hugflogið er til staðar

 

Hvat manglar millum ungu íverksetararnar í Føroyum?

Tað sum manglar er fígging og frælsi til at skapa. Íverksetarar hava ofta trupult við at royna vøruna teir skapa vegna væntandi fígging. Eisini møta tey, sum arbeiða við mati, alt ov nógvum forðingum longu áðrenn tey byrja. Tað eru ov nógvar lógir og reglugerðir, sum gera at fólk setast aftur, og koma ongantíð í gongd við tað sum tey ætlaðu.

 

Hvussu skulu tey ungu, sum vilja fáa eitt hvørt sett í verk, bera seg at?

Ung sum vilja skapa okkurt nýtt skulu seta seg í samband við Íverksetarhúsið, haldi eg. Har fáa tey ráðgeving um at stovna egið virki, um menning av hugskotum, og aðra hjálp.

 

Hvørji ynski og mál hevur tú fyri 2015?

Míni ynski og mál fyri komandi ári eru at fáa meir vøru á marknaðin, so at tað møguliga kann vera við til at gera hetta at framleiða føroyskar vørur til fulltíðarstarv.