Iveco hybridbilur til Coca Cola

Italska vørubila- og lastbilaverksmiðjan Iveco hevur latið ein Iveco Eurocargo hybridbil við diesel-og el-motori til Coca-Cola Enterprises í Bruxelles. Hetta er fyrstu ferð, at ein slíkur bilur verður settur inn í koyring í einum europeiskum stórbýi.

Coca-Cola Enterprises hevur valt at fara í samstarv við Iveco um hesa verkætlan, sum hevur til endamál at kortleggja møguleikarnar fyri at nýta hybrid teknologi í vinnubilum.


Bilurin, sum varð latin til Hubert Patricot, sum er forstjóri í Coca Cola Enterprises Europe, verður nýttur til at koyra Coca Cola vørur í Bruxelles. Hesin hybridbilurin, ið hevur ein dieselmotor við 160 hk, sum arbeiðir saman við einum elektromotori við 60 hk, brúkar 30 prosent minni av brennievni sammet við ein vanligan dieselmotor við somu effekt.


Hubert Patricot forstjóri í Coca Cola Enterprises sigur, at vit hava sett okkum sum mál at kombinera framhaldandi vøkstur í søluni av Coca Cola produktum, samstundis sum vit allastaðni har vit koma nýta minst møguligt brennievni og dálka umhvørvið so lítið sum til ber.


Hann leggur afturat at samstarvið við Iveco er sera spennandi og er bert byrjanin til hvussu vit kunnu menna eina burðardygga flutningsstrategi á øllum okkara søludeildum í Evropa.