Ivast ikki í at tað fer at ganga sum heitt breyð

Tórshavnar Býráð ger nú enn eina roynd at byggja bústaðir í Kollafirði

Nú verður enn ein roynd gjørd at fara undir bústaðarbygging í Kollafirði. Tórshavnar Kommuna hevði eitt stykki, sum ætlanin var at byggja 17 bústaðir á, men tann, sum skuldi fara undir arbeiðið, læt stykkið inn aftur. Men nú hevur býráðið so samtykt at bjóða tað út av nýggjum. Talan er um níggju raðhús og fýra hús afturat við tveimum íbúðum í hvørjum húsið, tær eru ávikavist 100 fermetrar og 75 fermetrar til støddar.

 

Jákup Dam, býráðslimur ivast ikki í, at hesir nýggju bústaðirnir fara at ganga sum heitt breyð. Hann sigur, at tá ið hús verða sett til sølu í Kollafirði, verða tey skrødd burtur, so hann ivast ikki í, at hesir bústaðir verða seldir eisini.