Ivast ikki í at her situr onkur politikari

Løgtingsformaðurin heldur, at hetta hevur verið teimum ungu ein lærdómur

 

Tit hava til fulnar livað upp til tær mannagongdir, sum eru galdandi í Løgtinginum og eg ivist ikki í, at onkur av tykkum verður at síggja í Løgtinginum eina ferð í framtíðini.

Tað var heilsanin frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, til teir 32 skúlanæmingarnir kring landið, sum hava mannað ungdómstingið í gjár og í dag.

Seks skúlar vóru umboðaðir á ungdómstinginum, nevniliga Skúlin á Løgmannabreyt, Hoyvíkar skúli, skúlin á Giljanesi, skúlin í Vági, skúlin á Tvøroyri og NámX, sum eru 10. flokkur í Tórshavnar Kommunu.

Jógvan á Lakjuni fegnaðist um at skúlarnir, og lærararnir, høvdu givið næmingunum hendan møguleikan, tí tað er eitt stórt arbeiði, sum er lagt í at skriva uppskot, sum skuldu viðgerast á Ungdómstinginum, og spurningar til løgmann og landsstýrisfólkini. Tað er eisini eitt stórt arbeiðið lagt í at samskifta við umsitingina hjá Løgtinginum um uppskot og fyrispurningar, og um mannagongdirnar í Løgtinginum.

Endamálið við ungdómstinginum er at vísa ungdóminum, hvussu fólkaræðið virkar í verki og løgtingsformaðurin heldur, at hesir báðir dagarnir hava prógvað, at hetta hevur verið teimum ungu ein lærdómur.

– Tit hava til fulnar livað upp til tær mannagongdir, sum eru galdandi í Løgtinginum, segði hann, og hann ivast ikki í, at onkur av teimum verður at síggja í Løgtinginum eina ferð í framtíðini.

Tilsamans vórðu 12 uppskot løgd fyri Ungdómstingið og tey vórðu øll viðgjørd. Sjey av teimum vórðu samtykt og fimm av teimum vórðu feld.

Annars hava tinglimirnir í Ungdómstinginum havt orðið 215 ferðir, og tilsamans vardi orðaskiftið í góðan fýra og ein hálvan tíma. Harafturat høvdu limirnir í Ungdómstinginum 26 spurningar til løgmann og landsstýrisfólk

Annars vísti Jógvan á Lakjuni á, at av teimum 32 tinglimunum, vóru 23 gentur og bara níggju vóru dreingir, og tað er heilt øvugt av tí, sum tað er í Løgtinginum. Hann vildi ynskt at kynsbýtið var javnari, men hetta verður kanska gongdin í framtíðini.

Men so helt Jógvan á Lakjuni eisini, at limirnir í Ungdómstinginum høvdu verið nakað væl friðarligari enn limirnir í Løgtinginum eru, og tað kundu tey kanska lært eitt sindur av.

Ungdómstingið endaði nú seinnapartin við eini móttøku í løgtinginum fyri tinglimunum, lærarum og fjølmiðlum.