Ivast í undirskriftum hjá Putin-avnbjóðara

Tað kunnu verða lagdar forðingar fyri,at krígsmótstøðumaðurin Boris Nadezjdin sleppur at stilla upp ímóti Vladimir Putin og komandi russiska forsetavalinum.

 

Boris Nadezjdin segði mikudagin, at hann hevði savnað nóg mikið av undirskriftum til at stilla upp til russiska forsetavalið í mars. - Foto: Vera Savina/Ritzau Scanpix

Valnevndi í Russlandi sigur, at tey hava funnið nøvn á deyðum perósnum á listanum yvir neyðugu undirskriftirnar, sum Boriz Nadezjdin hevur sent inn fyri at stilla upp ímóti Putin, skrivar russiska tíðindastovan Tass.

Nadezjdin segði, tá freistin at lata inn undirskriftir var í gjárkvøldið, at hann hevði savnað saman fleiri enn 100.000 undirskriftir til at stilla upp til russiska forsetavalið í mars.

Valnevndin fer eftir vikuskiftið at leggja fram úrslitið av gjøgnum gongdini av listunum, skrivar Reuters.

Putin-stýrið hevur áður lagt harðliga eftir teimum, sum finast at russisku innrásini í Ukraina.

/ritzau/

 

Boris Nadezjdin segði mikudagin, at hann hevði savnað nóg mikið av undirskriftum til at stilla upp til russiska forsetavalið í mars. - Foto: Vera Savina/Ritzau Scanpix