Fregnir eru ikki komin út síðani í juni mánaði, og Jonhard Mikkelsen, blaðstjóri, veit ikki at siga, nær ella um Fregnir koma útaftur. Hann dylir ikki fyri, at tað ikki er nemt at gevast við slíkum. Men tað er nógv, sum talar fyri tí, sigur hann. ? Eg veit ikki, nær vit koma útaftur ella um vit yvirhøvur koma úaftur, men eg vænti, at avgerðin verður tikin í hesi vikuni, sigur Jonhard Mikkelsen í stuttari viðmerking.