FLOGFERÐSLA
Tað fær í fyrstu atløgu ongar avleiðingar á prísin á vanligu ferðaseðlunum, at Maersk-Air gevst við at flúgva til Føroya.
Hetta sigur stjórin fyri Atlantic Airways, Magni Arge. Síðani Atlantic byrjaði at flúgva í 1988 hevur felagið allatíðina kappast við Maersk-Air. Men nú hevur felagið monopol á loftvegis ferðslu til og úr Føroyum.
Magni Arge leggur eina við, at Atlantic Airways fer at halda sama tænastustøði sum áður. Í fyrstu atløgu verða fráferðirnar hjá Maersk lagdur afturat skránni hjá Atlantic. Hetta fer at merkja, at Atlantic Airways fer at flúgva tvær ferðir um dagin til Keypmannahavnar í vetur. Enn er so lítið fráliðið, síðani tað endaliga kundi staðfestast, at Maersk-Air gevst við sínari flúgving til Føroya 31. oktober. Hetta ger, at Magni Arge ikki kann siga so nógv ítøkiligt um longri framtíðarperspektiv. Men fyrstu tíðina og helst eisini longur fram í tíðini verður ikki minni kapasitetur. Á Føroya-rutunum.
Sum tað kann lesast aðrastaðni á síðuni, so fer Atlantic at bjóða tilboðsprísir í heyst.
Í høvuðsheitum heldur Magni Arge, at hendan støðan er ein stór avbjóðing fyri Atlantic Airways, og teir ætla at gera nógv fyri at halda verandi tænastustøði.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bert ein bonusskipan
Kappingin á Føroya-rutunum hevur millum annað merkt, at í fjør kom ein nýggj bonusskipan, har ferðandi hvørja sættu ferð fingu ein ókeypis ferðaseðil. Samstundis er Atlantic Airways við í Eurobonus skipanini hjá SAS. Hendan skipan umfatar onnur flogfeløg í Star Alliance, og kemur tað serliga væl við hjá fólki, ið ferðast víðari út í heim. Fyri ferðandi, ið at kalla bert ferðast millum Vágarnar og eitt nú Kastrup, gevur hendan skipan ein ókeypis ferðaseðil eftir seytjan ferðir á rutunum hjá Atlantic, um so er, at ein ikki keypir ein fult broytiligan ferðseðil.
Magni Arge heldur ikki, at tað er nakað serligt høpi í at varðveita tvær bonusskipanir.
- Eingin avgerð er tikin enn, men eg havi ongantíð hildið, at tað riggar væl við tveimum skipanum, sigur Magni Arge. Hann ásannar, at framtíðin við tveimum bonusskipanum er ivasom. Men eingin endalig avgerð er tikin.
Síðst í hesum mánaðinum verður nevndarfundur í Atlantic Airways, og eftir tann fundin roknar Magni Arge við, at tað verður greitt, hvussu verður við bonusskipan og øðrum viðurskiftum.
Enn er ikki alt komið upp á pláss millum Maersk-Air og Atlantic Airways. Eitt nú spurningurin um, hvussu veðrur við bonusskipanini hjá Maersk er ikki komin upp á pláss.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Spara
Í løtuni starvast eini hundrað fólk hjá Atlantic Airways. Magni Arge roknar við, at hetta tal mestur fer at økjast til eini í øllum førum 115 fólk, nú felagið skal økja um sítt virksemi. Maersk-Air átti eini 35-37 prosent av ferðafólkum millum Føroya og Danmark. Hetta svarar til eini 50.000 fólk, ið Atlantic nú ístaðin skal flúgva.
Við monopol støðu ber til hjá Atlantic at fremja fleiri sparingar.
- Vit kunnu fáa eina betri javnvág millum vetur og summar, og tað verður kanska lættari hjá okkum at skipa okkum. Men samtundis skulu vit eisini innrætta okkum at flúgva fleiri túrar og økja um virksemi, sigur Magni Arge.
Í vetur verður ikki neyðugt hjá Atlantic Airways at nýta fleiri flogfør enn tey trý, felagið eigur í løtuni. Men Magni Arge sigur, at tað kann gerast neyðugt í komandi summar at fáa til vega eitt flog afturat.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stuðla framhaldandi
Atlantic Airways hevur verið ein av føstum stuðlunum í føroyskum ítrótti og til mentanartiltøk. Við ongari kapping, er tað kanska ikki so týdnigarmikið hjá føroyska flogfelagnum at marknaðarføra seg og stuðla. Spurdur um hesa nýggju støðu, sigur Magni Arge:
- Eg havi ikki hugsað so nógv hatta, men eg haldi, vit hava ein áhuga í at gera tað liviligt í Føroyum, sigur Magni Arge.
Í løtuni verður samráðst við FSF um eina nýggja stuðulsavtalu, og har roknar Magni Arge við, at Atlantic framvegis fer at stuðla.










