? Vit skulu ikki biðja danir áseta í fólkatingslóg, hvat skal vera galdandi í Føroyum.
Hetta er viðmerkingin frá Høgna Hoydal, varaløgmanni, til uppskotið hjá Jóannes Eidesgaard um at fáa fólkatingið og løgtingið at samtykkja at broyta grein 11 í heimastýrislógini, soleiðis at føroyskt verður staðfest tjóðarmál.
Høgni Hoydal heldur tað vera øvugt at fara og sminka heimastýrislógina, samstundis sum landsstýrið arbeiðir við eini ætlan um at avrigga heimastýrislógina við tí endamáli at fáa fullveldi.
? Hetta er sum at lata gamalt vín í nýggjar leðurfløskur, sigur Høgni Hoydal.
Kann skaða
Anfinn Kallsberg, løgmaður, vísir ikki uppskotinum hjá Jóannes Eidesgaard frá sær í eins stóran mun, sum Høgni Hoydal. Men kortini heldur hann, at tað er ein vansi við uppskotinum hjá Jóannes Eidesgaard.
? I prinsippinum er uppskotið í lagi, men eg eri bangin fyri, at samráðigar við donsku stjórnina um at broyta grein 11 í heimastýrislógini aftur skapa tær ósemjur, sum fullveldissamráðingarnar slitnaðu uppá. Samráðingarnar fara uttan iva at koma inn á spurningin, um Føroyar eru tjóð ella ikki, sigur løgmaður.
Anfinn Kallsberg vísir á, at danska stjórnin undir seinastu samráðingum gjørdi heilt greitt, at hon ikki tekur undir við, at Føroyar eru tjóð. Tí heldur hann, at stjórnin fer at gera tað sama, um samráðast skal um málspurningin.
? Danska stjórnin hevði allar møguleikar at taka føroysku viðurskiftini við, tá hon staðfesti evropeiska málsáttmálan. Men stjórnin valdi at síggja burtur frá áheitanunum úr Føroyum, tí er heilt greitt, at danska stjórnin ikki ynskir føroyskt at vera tjóðarmál, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður veit ikki, um hann fer at mæla flokki sínum til ella frá at atkvøða fyri uppskotinum hjá Jóannes Eidesgaard. Hann hevur síni fyrivarni, tí hann er bangin fyri, at tað kann skaða tað samskifti, sum nú er um sjálvstýrisleistin.
Hinvegin heldur løgmaður, at hetta uppskotið ? um tað verður samtykt - kann fáa Javnaðarflokkin at skilja trupulleikarnar hjá landsstýrinum.