Talið á útisetum, sum ætla sær aftur til Føroya at búgva, er nógv vaksið hesi seinastu árini. Hetta vísa tøl, sum Jobmatch ger ímillum tey vitjandi á hvørjum ár, har eini 150 til 200 fólk senda inn spurnarblaðið inn aftur.
Í hesum sambandi fáa tey eina røð av spurningum, og ein av hesum spurningurin er um tey ætla sær at flyta aftur til Føroya. Í 2012 svaraður 15 prosent, at tey ætlaðu at flyta aftur til Føroya tað næsta árið, men kanningin frá Jobmatch í fjør vísir 2017 vísir, at 27 prosent ætlaðu at verða flutt aftur til Føroya, áðrenn eitt ár var farið.
Samstundis eru tað munandi færri siga seg ikki vita um tey fóru at flyta aftur til Føroya. Í 2012 søgdu 31 prosent, at tey ikki vistu um tey fóru at flyta aftur til Føroya, men í kanningini í fjør er hetta talið fallið niður í 19 prosent.
Sum heild eru tað fleiri kvinnur, sum siga seg ivast í um tær fóru at flyta aftur til Føroya. Jobmatch starvsstevnan verður aftur í Norðurlandahúsinum fríggjadagin