ÍTRÓTTAFAGNAÐURIN: Gyða B. Djónadóttir og Johanna Østerø eru ársins sólstrálur

Annar heiðurin er handaður á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll

Hansina á Plógv handaði Gyðu B. Djónadóttir og Johannu Østerø í Neistanum heiðurin

Í kvøld er Ítróttafagnaður í Løkshøll í Runavík.

 

Annar heiðurin í kvøld var: "Ársins sólstrálur".

 

Tað gjørdust Gyða B. Djónadóttir og Johanna Østerø í Neistanum, ið fingu heiðurin at vera ársins sólstrálur. Tað var róðurslegendan, Hansina á Plógv sum handaði teimum heiðurin. 

 

Gyða og Johanna brúka nógvar tímar í høllini, bæði at spæla og at venja, umframt at tær selja í kioskini og sita við dómaraborðið til dystir.

 

Tær staðfestu í samrøðuni við Sáru Jógvansdóttir, at tær eru partur av einum fantastiskum felagsskapi. 

 

Hini innstillaðu til heiðurin vóru Ári Fríðason Jensen í Borðtennisfelagnum Tór, og Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen, VÍF og Havnar Fimleikafelag. 

 

Hansina á Plógv handaði Gyðu B. Djónadóttir og Johannu Østerø í Neistanum heiðurin