Italsk vika í SMS

SMS skipar fyri einum stuttligum og spennandi tiltaki komandi viku. Sølumiðstøðin ætlar nevniliga at hava eina italska viku, í samband við at italsku heimsmeistararnir í fótbólti koma á vitjan her á landi. Tiltakið byrjar mikudagin 30. mai, og endar leygardagin 02. juni – sama dag sum landsdysturin ímillum Føroyar og Italia verður á skránni.

Í hesum døgum ætlar SMS at seta fokus á Italia, og tað verður torgið, sum verður karmur um stóra tiltakið. Sølumiðstøðin ætlar at gera torgið so italskt sum møguligt, og har verður m.a. gjørd ein strond, Smyril Line fer at selja ferðir til Italia, fólk fara at hoyra italskan tónleik, og so fara eisini at vera ymiskar kappingar, har gestirnir fáa møguleika at vinna atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Italia.

Flestu kappingarnar vera skipaðar sum spurnarkappingar, har flestu spurningarnir snúgva seg um Italia.

Gestirnir í SMS fáa tó eisini møguleika at royna italskan mat. Har verður m.a. ein café, sum fer at selja pizza, pasta og annan mat, sum verður settur í samband við Italia.

Harafturat fara handlarnir at hava básar úti á torginum við italskum klæðum, blomstrum, mati og so víðari.

Mentanarnáttin verður eisini ein av hesum døgunum, nevniliga fríggjadagin, og tá hava handlarnir opið heilt til kl. 23.