Luca Toni legði Italia á odda tíðliga í dystinum, og 20 minuttir fyri tíð gjørdist sami Toni stóra hetjan, tá hann skallaði bóltin í málið til 2-0, sum gjørdist endaliga úrslitið. Við sigrinum hevur Italia fullkomiliga opna bólk B, har trý lið liggja jøvn á odda við 12 stigum. Tey eru Frakland, Skottland og Ukraina. Í hølunum á teimum kemur Italia við 10 stigum.