Stóra italska ávísin sigur, at avgerðin longu er tikin, men at bíðað verður eftir almennu fráboðanini. Hinvegin sigur italska undirvísingarmálaráðið, at endaliga avgerðin verður tikin teir næstu tímarnar.
Í Norðuritalia vórðu skúlar og hægri lærustovnar stongdir fyri longu tíggju døgum síðan, og fólk í fleiri býum har norðuri í landinum eru í sóttarhaldi í royndini at byrgja upp fyri útbreiðslu av corona-smittu.
Sambært Reuters leggur italska stjórnin ætlanir um at avlýsa øll almenn tiltøk og at steingja biografar og leikhús í øllum landinum.
Italia er tað land í Evropa, sum er harðast rakt av corona-virusinum.
Higartil eru 2.500 fólk smittað, 79 av hesum eru deyð, og 160 eru vorðin frísk aftur. Flestu, sum eru smittað í Italia, eru í býunum, Lombardia, Emilia-Romagna, Veneto og Piemonte har norðuri í landinum.