Italia: Mario Draghi til reiðar at halda fram sum forsætisráðharri

Draghi fer kortini ikki frá sum forsætisráðharri, men tað krevur at hann fær eina nýggja semju upp í lag

Italienski forsætisráðharrin Mario Draghi handaði í síðstu viku italienska forsetanum Sergio Mattarella sína uppsagnarumsókn. Les eisini: Forsætisráðharrin í Italia fer úr starvi Sergio Mattarella vildi ikki góðtaka uppsagnarumsóknina, men kravdi, at Mario Draghi heldur fram í starvinum og finnur eitt nýtt stjórnargrundarlag.

 

Í eini talu í dag gjørdi Draghi greitt, at hann er klárur at halda fram, um hann fær undirtøku fyri einari nýggjari stjórnarsemju.

 

- Stuðulin til stjórnina millum vanliga fólkið talar greitt og kann ikki síggjast burtur frá, segði Draghi, sum vísti á mongu áheitanirnar at halda fram sum stjórnarleiðari, og at trekkja sína uppsagnarumsókn aftur.

 

- Kravið um støðufesti merkir, at vit øll mugu taka støðu til um tað er møguligt at endurskapa ein leist, sum ger at stjórnin veruliga fær stýrt, segði Draghi.

 

Draghi leggur afturat, at hann er villigur at gera eina roynd. Hann leggur dent á, at ein meiriluti skal til, um man skal ráða á bestan hátt.