Italia er í serligari støðu

Spania hevur seinastu árini havt takið á Italia, sum verður roknað at vera favorittur í hálvfinaluni í kvøld

Í kvøld verður tað avgjørt á Wembley, um tað verður Spania ella Italia, ið verður annað av liðunum í EM finaluni. Í annaðkvøld verður greitt, um hitt liðið verður Ongland ella Danmark.

 

Tølini siga, at Spania hevur verið oman á í innanhýsis uppgerðunum seinastu árini. Síðsti dysturin millum hesar báðu stóru europeisku fótbóltstjóðirnar var í 2017, tá ið Spania vann 3-0 í HM undankappingardysti. Síðsta ferðin, at Italia vann ímóti Spania, var 27. juni í 2016, tá ið úrslitið var 2-0 í áttandapartfinalu í EM endaspælinum.

 

Semja er um, at Italia higartil í kappingini hevur verið ógvuliga sannførandi, meðan Spania eftir at hava skinklað fyrstu dystirnar so við og við hevur reist seg.

 

Seinastu árini hevur Spania oftast verið omaná, tá ið mótstøðuliðið hevur verið Italia. Men nú verður Italia roknað at vera favorittur í hálvfinaluni á Wembley í kvøld.

 

Italia sendi Belgia úr kappingini við at vinna fjórðingsfinaluna . Serliga í fyrra hálvleiki var Italia omaná.

 

Spania sendi Sveis úr fjórðingsfinaluni eftir brotssparkskapping. Tað var 1-1 eftir 120 minuttir.

 

Í áttandapartfinaluni vunnu bæði Italia og Spania eftir longda leiktið.

 

Italia vann á Eysturríki, og Spania vann á Kroatia

 

Italia eigur fýra spælarar, sum hava skorað tvey mál – Immobile, Insigne, Pessina og Locatelli

 

Spania eigur tveir spælarar, sum hava skorað tvey mál – Sarabia og Morata

 

Spania hevur skorað 12 mál, og Italia hevur skorað 11 mál (tað sama sum Danmark)

 

Spania og Italia hava bæði áður vunnið EM og HM finalur.

 

Í EM eigur Spania gull frá finalunum í 2008 og 2012 og eisini í 1964.

 

Í HM eigur Spania gull frá finaluni í 2010.

 

Italia eigur EM gull frá finaluni í 1968, sum teir vunnu á heimavølli.

 

Í HM eigur Italia gull frá finalunum í 1934, 1938, 1982 og 2006.