Saman við tendringini av jólatrænum á Vaglinum, letur eisini ísvøllurin upp sama dag.
Hetta er fjórða árið, at Tórshavnar kommuna hevur ísvøll.
Fyrsta árið var hann á Skálatrøð, og tað hepnaðist sera væl.
Í 2011 var vøllurin aftur á Skálatrøð, men tá var eitt risatjald reist yvir vøllinum, men tá misti hann sína sjarmu, heldur borgarstjórin.
Í fjør varð so roynt at hava ísvøllin á Vaglinum, og tað royndist so mikið væl, at hann verður har aftur í ár.
Nú verður hann so minst ein triðing størri, sigur Heðin Mortensen.
Jólatræið verður tendrað komandi leygardag, og tá letur ísvøllurin eisini alment upp.
Fleiri myndir síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER