Ísraelsmenn eru eirindarleysir

Eftir góða fyrstu løtu hevur føroyska liðið á Tórsvølli verið undir stórum trýsti ímóti Ísrael, sum hevur vunnið seg til nógvar møguleikar og skorað tvey mál

Vøllurin er góðar, stadion er loksins liðugt útbygt og veðrið er gott. Tað er at fegnast um, nú tann fyrsti av trimum landsdystum í eina lítla viku er hálvrunnin.

 

Máltalvan vísir 0-2. Tað vil siga, at støðan er 2-0 til Ísrael, og tað er einki at siga til, tí gestirnir úr Miðeystri hava í fyrra hálvleiki verið greitt omaná, og føroysku spælararnir hava verið pressaðir og strongdir, og tað hevur borið fleiri mistøk við sær, enn føroyingar hava gjørt seinastu árini.

 

Tað sá annars ljóst út fyrstu tíggju minuttirnar, tá ið føroyska liðið fyri tað mesta var í álopi, og tað vóru fleiri spentar støður kring ísraelska brotsteigin. So skoraði Ísrael í skjótum mótálopi til 1-0, og síðani vóru tað gestirnir, sum vóru greitt omaná. Ísraelsmenn skoraðu eitt mál aftrat undan steðginum, og í báðum førum, tá ið talan var um mál, vóru tað royndir úr stórari fjarstøðu, sum bóru mál við sær.

 

Føroysku spælararnir kendust skelkaðir. Pressspælið hvarv, tá ið Ísrael legði seg á odda, tað hevur kenst vera heilt galið við javnvágini á liðnum, og perónligu mistøkini hava verið alt ov mong og ov stór, og tað er meiri lukkan enn forstandi, at Ísrael ikki er frammanfyri við meiri enn tveimum málum.

 

 

 

Føroyar – Ísrael kl. 19.45

 

HM undankappingardystur á Tórsvølli mikudagin 1. september 2021 kl. 19.45

 

##ms##

 

Dómarabólkur úr Niðurlondum: Dennis Higler, Rogier Honig, Rens Bluemink og Martin Pérez (4. dómari)

 

0-1: Eran Zahavi 12.

 

0-2: Eran Zahavi 44.

 

Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, René S. Joensen – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup B. Andreasen, Meinhard Egilsson Olsen – Klæmint A. Olsen

 

Ísrael: Ofir Marciano – Eli Dasa, Orel Dgani, Sun Menachem, Eitan Tibi – Dor Peretz, Bibras Natcho, Manor Solomon – Nir Bitton, Eran Zahavi, Munas Dabbur