Ísraelski forsætisráðharrin á loyniligari Putin-vitjan

Ísrael hevur verið nevnt sum ein møguligur meklari í krígnum millum Russland og Ukraina.

Myndin er tikin, tá ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett, hitti Vladimir Putin í fjør.

Reuters skrivar, at ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett, hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, í Moskva í dag.

 

Her hava teir umrøtt støðuna, sum í løtuni er í krígnum millum Russland og Ukraina, har Russland hevur gjørt innrás í Ukraina.

 

Ísrael hevur verið nevnt sum ein møguligur meklari í krígnum millum londini. Ísrael er ikki við í tiltøkunum móti Russlandi, og hetta hevur landið eisini hoyrt fyri í USA.

 

Sambært viðurkenda miðeystur-tíðindamanninum, Barak Ravid, fór ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett, í loyndum til Moskva.

 

Í Ísrael høvdu tey tó sambært tíðindamanninum latið USA fingið at vita um vitjanina fyri fráferðina hjá ísraelska forsætisráðharranum.

 

 

 


 

 

Myndin er tikin, tá ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett, hitti Vladimir Putin í fjør.