Í morgun fór leiguflogfar úr Tel Aviv við ísraelska landsliðnum í fótbólti. Málið var at lenda í Vágum klokkan 14.30, eftir at flogfarið hevði millumlent í kekkiska høvuðsstaðnum Prag at bunkra.
Flogafarið var yvir Føroyum, tá ið tað var ætlað at lenda, men tað bar ikki til at lenda, tí tað var ov tjúkt í Vágum. Tí fleyg flogfarið eina góða løtu yvir Føroyum, áðrenn tað um fimm tíðina seinnapartin eydnaðist at lenda í Vágum.
Ísraelska ferðalagið er nú á veg suður í høvuðsstaðin. Ætlanin hevur verið, at ísraelska landsliðið í kvøld skal venja á Argjum, og í morgin fara ísraelar at venja á Tórsvølli klokkan 19.45. HM undankappingardysturin millum Føroyar og Ísrael verður mikukvøldið klokkan 19.45.