Ísrael selur Týsklandi rakettverjuskipan

Skipanin skal eftir ætlan takast í brúk í Týsklandi í 2025.

USA hevur givið Ísrael grønt ljós til at selja Týsklandi rakettverjuskipanina, Arrow 3.

 

Hetta er ein sáttmáli á slakar 24 miljardir danskar krónur.

 

Sambært ísraelska verjumálaráðnum er hetta samstundis størsti einstaki sáttmáli hjá ísraelskari vápnaframleiðslu nakrantíð.

 

Tað var neyðugt, at USA gav grønt ljós til avtaluna, tá Arrow 3-skipanin er ment í samstarvi millum Israel Aerospace Industries (IAI) og amerikanska, Boeing.

 

Skipanin skal eftir ætlan takast í brúk í Týsklandi í 2025.

 

Týskland figgjar íløguna úr einum verjugrunni, sum er á 100 miljardir evrur.

 

Sambært tíðindastovuni NTB er hetta ein grunnur, sum Týskland setti á stovn eftir russisku innrásina í Ukraina í fjør.