Ísraelski herurin sigur í dag, at óvissa ræður um, hvørt ein av Hamas-leiðarunum, Marwan Issa, hevur latið lív í einum ísraelskum loftálopi.
Tíðindastovan Reutes, veit at siga, at loftálopið varð framt móti einum undirjarðiskum kervi miðskeiðis í Gazageiranum.
- Vit kanna framvegis úrslitið av álopinum, og vit hava ikki fingið endaligu váttanina, sigur talsmaðurin hjá ísraelska herinum, Daniel Hagari.
Sagt verður, at Marwan Issa er næstovasti fyri vápnaðu deildunum hjá Hamas.
- Ísrael heldur, at hann hevði ein týðandi leiklut í tilrættaleggingini av Hamas-álopinum á Ísrael hin 7. oktober í fjør, veit Reuters at siga.











