Ísrael má spæla fýra EM-undankappingardystir upp á níggju dagar

UEFA hevur fastlagt, at Ísrael má spæla tveir útsettar og tveir fastlagdar EM-undankappingardystir millum 12. og 21. november

Orsaka av yvirgangsálopinum og krígnum móti Hamas mátti UEFA útseta tveir EM-undankappingardystir hjá Ísrael í næstseinastu viku.

 

Talan var um ein útidyst móti Kosovo, og ein heimadyst móti Sveis.

 

Nú hevur UEFA tikið avgerð um, at Ísrael spælir móti Kosovo 12. november og Sveis 15. november.

 

Harumframt má Ísrael spæla spæla heima móti Rumenia 18. november, og móti Andorra 21. november. Also fýra EM-undankappingardystir upp á níggju dagar.

 

Ísrael hevur enn møguleika at røkka tveimum teimum ovastu plássunum í undanbólki I.

 

Støðan:

 

1. Rumenia 8 dystir 16 stig

 

2. Sveis 7 dystir 15 stig

 

3. Ísrael 6 dystir 11 stig

 

4. Kosovo 7 dystir 7 stig

 

5. Belarus 8 dystir 6 stig

 

6. Andorra 8 dystir 2 stig