Ísraelski býurin, Ashdod, har skip nú kunnu koma við mjøli til palestinar, liggur einar 40 kilometrar norðanfyri Gazageiran, veit tíðindastovan NTB at siga.

Ísrael letur upp havn fyri neyðhjálp til Gazageiran

ST rópar neyðarróp um menniskjansligu støðuna í Gazageiranum og sigur, at fólkið líður hungur. 

Ísraelski býurin, Ashdod, har skip nú kunnu koma við mjøli til palestinar, liggur einar 40 kilometrar norðanfyri Gazageiran, veit tíðindastovan NTB at siga.

Ísrael er gingið við til at lata upp havnina í býnum, Ashdod, soleiðis at skip kunnu koma við hveitimjøli til Gazageiran.

Tað upplýsa Hvítu Húsini í kvøld.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fegnast um avgerðina at lata palestinska fólkinum mjøl beinleiðis um havnina í Ashdod í Ísrael.

Í dag tosaði amerikanski forsetin við ísraelska forsetan, Benjamin Netanyahu, og hetta var fyrstu ferð, teir báðir tosaðu saman síðan fyri jól.

ST rópar neyðarróp um menniskjansligu støðuna í Gazageiranum og sigur, at fólkið líður hungur. 

Palestinar í Gazageiranum hava verið fyri áhaldandi bumbingum og ísraelskum álopum í fleiri enn tríggjar mánaðir. 