Ísrael fer at prika tríggjar ferðir

Ísrael fer at geva útvaldum fólkum trý prik við Pfizer vaksinuni

Ísrael fer at bjóða fólk við niðursettari immunverju eitt triðja prik av Pfizer vaksinuni.

 

Tað boðaði heilsumálaráðharrin, Nitzan Horowitz, frá í gjár, sambært Ritzau.

 

Tað er Delta frábrigdið av covid-19, sum fær Ísrael at taka hetta stig. Ísraelar hava staðfest, at tey, sum hava fingið Pfizer vaksinuna fyri hálvum ári síðani, ikki eru eins væl vard, sum tey, ið nýliga eru koppsett.

 

Helvtin av teimum 46 koronusjúklingunum, sum í løtuni eru innlagdir á sjúkrahúsi, eru koppsettir. Tey flestu eru eldri enn 60 ár og hava heilsutrupulleikar frammanundan.

 

Pfizer hevur eisini sagt, at tey fara at økja um loyvi at geva trý prik við covid-19 vaksinuni, tí teirra kanningar vísa, at eitt triðja prik bøtir munandi um verjuna – eisini í longra lagi.