Opin spurningur til løgmann og løgtingið
Fólkatingið skal innan árskiftið gera av, hvørja støðu danska ríkið hevur til stovnanina av einum sjálvstøðugum islamiskum palistinentiskum stati mitt í Ísrael.
Um eg havi skilt tað rætt, so er áheitanin til hesa støðutakan umbiðin við stuttari freist, og fer at vera við til at staðfesta ognarrættin til tempulplássið í Jerusalem.
Ein “ja-“ ella “nei-atkvøða”
Tað er heilt stutt síðani, at løgmaður klárt og týðuliga segði fyri føroyingum, at Føroyar byggja á kristin virðir. Tí haldi eg tað vera heilt umráðandi, at Føroyar geva ljóð frá sær í hesum máli. Tí, um Danmark velur at stuðla hesum máli, so stuðla vit automatiskt eisini. Um vit lata standa til og ikki sjálvi sum tjóð siga frá, so blanda vit okkum uppí Guds ætlan við Ísrael. Eg ynski her at minna á, at Gud gav Abrahami Ísrael í æviga ogn, sum vit lesa um í 1. Mósebók, k.13, v. 14-15. Abraham varð biðin um at hyggja rundan um seg. Alt landið, sum hann sá, lovaði Gud honum. Abraham var staddur í Betel, tá hann stóð har og hugdi rundanum seg. Tað, sum Abraham sá, er júst hetta umráðið, sum heimurin í løtuni ynskir at geva Palistina í ogn. Gud – og bara Gud - situr við samráðingarborðið, tá tað snýr seg um Ísrael, og í Zakarias profeti ávarðar Gud øll fólkasløg um ikki at blanda seg, tí hvør tann, ið blandar seg, skal meiðsla seg til blóðs. Eg kundi tí hugsað mær at hoyrt, hvørja støðu løgmaður hevur til hetta mál, og um Føroya Løgting ætlar at geva sína støðu alment til kennar.