Ísraelski heilsumálaráðharrin kunngjørdi í gjár, at Ísrael fer nú at bjóða eldri fólki á ellisheimum fjórða prik við koppingarevni ímóti covid-19.
Ein serfrøðingabólkur viðmælti í farnu viku, at øll fólk yvir 60 ár skuldu fáa tilboðið um enn eitt prik við koronuvaksinu. Ein orsøk til hetta tilmælið var, at omikron frábrigdið smittar lættari, og at tað kann hjálpa fólki, at tey styrkja mótstøðuførið.
Í fyrsta umfarið fáa eldri fólk tilboðið, men nú verður eisini kannað, um yngri fólk eisini kunnu fáa ágóðan av einum fjórða priki.
Í løtuni ber til at fáa trý prik við covid-19 koppingarevni í Føroyum.
Danska Heilsustýrið vil í løtuni ikki siga, um tey eisini fara at viðmæla eitt fjórða prik. Tey fylgja gongdini og meta leypandi um tørvin á koppseting, skrivar Ritzau.











