Ísrael heitir nú á onnur lond, eitt nú Týskland, um at senda sjúkraskip til strondina út fyri Ísrael, Gazageiran og Egyptaland.
Sjúkraskipini skulu taka sær av løstaðum úr Gaza, og tað er ísraelski sendimaðurin í Týsklandi, Ron Prosor, sum kemur við áheitanini.
Tað er Reuters, sum endurgevur ísraelsku útvarpsrásina, Kan.
Útvarpsrásin spurdi eisini, um løstað úr Gaza kundu komið umborð í sjúkraskipini í havnini, Al Arish, í Egyptalandi.
Her helt ísraelski sendimaðurin, Ron Prosor, at hetta er ein hugsandi møguleiki.
Egyptaland hevur partvís latið upp marknaðliðið við Rafah fyri einstøkum løstaðum palestinum og øðrum ríkisborgarum úr Gazageiranum.