Í annaðkvøld klokkan 19.30 og leygardagin klokkan 17.30 spælir føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum venjingardyst móti Íslandi.
Talan er um fyrstu landsdystirnar hjá Snorra Steinn Guðjónssyni sum landsliðsvenjari hjá Íslandi.
Snorri Steinn Guðjónsson og hjálparvenjarin, Arnór Atlason eru báðir tvær stórar landsliðslegendir hjá Íslandi.
Um føroyska mótstøðuliðið sigur Arnór Atlason við handbolti.is, at talan verður um eitt frálíkt og spennandi føroyskt lið íslendingar fara at møta í tveimum dystum nú. Arnór dregur fram góðu úrslitini sum føroysku U19 og U21-landsliðini hava fingið í EM og HM-endaspølum seinnu árini, og hann heldur tað verður stuttligt hjá íslendingum at uppliva føroyska liðið.
Arnór nevnir Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún sum tveir serliga spennandi leikarar, ið hava ein spælistíl íslendingar ikki eru so vanir við, men sum verður spennandi at uppliva hjá íslendsku áskoðarunum.
Arnór vónar íslendsku áskoðararnir fara at fylla Laugardalshøllina báðar dystirnar móti Føroyum.