Í gjár hevði Fuglafjarðar kommuna vitjan úr Íslandi.
Á Facebook-vanganum hjá kommununi verður sagt, at tað vóru ísneldnskir borgarstjórar sum vitjaðu kommununa.
Í Fuglafirði fingu íslendsku gestirnir eina rúgva at vita um Fuglafjørð og um føroyska vinnu annars.
Borgarstjórin, Dávur Juul, greiddi frá um kommununa, og umboð úr vinnuni í Fuglafirði høvdu framløgur.
Sambært Facebook-vanganum greiddu umboð fyri Havsbrún, Pelgos og Framherja íslendsku gestunum frá sínum virksemi á havnalagnum.