Íslendska navnanevndin hevur góðkent Eivør sum navn í Íslandi.
Heimmildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, sigur, at íslendska navnanevndin hevur verið, og er, sera afturhaldssinnað. Ikki eitt og hvørt navn verður góðkent í Íslandi, og navn skal hava ávísa siðvenju at vísa til.
Helst er hetta á leið sami leistur, sum føroyingar hava kent frá føroysku navnalógini, har tað, serliga fyri nøkrum árum síðani, vóru sera greiðar og strangar reglur fyri, hvat fólk kundu nevna síni børn.
- At Eivør nú er loyvt navn í Íslandi er greitt knýtt at føroysku sangkvinnuni Eivør Pálsdóttir, ið er sera kend og høgt í metum í Íslandi. Tað hevur hon verið síðani 2002, sigur Jens Guð.
Hann sigur, at Eivør hevur verið áhaldandi frammi í skrift og talu øll hesi árini, og harvið hevur hon vunnið navninum rætt at koma undir íslendska siðvenju - traditión.
- Áður hava íslendskar gentur borið navnið Eyvør, ið sipar til norðurlendsku guðinnuna. Hetta navn hevur annan týdning, enn Eivør, ið hevur týdningin: ein, ið altíð er verndari, sigur heimmildarmaður okkara Jens Guð, ið eins og aðrir islendskir Eivør fjepparar fegnast um, at íslendskar kvinnur nú kunnu eita Eivør.
Á myndini síggjast Jens Guð og Eivør Pálsdóttir.










