Íslendska jólatræið er tendrað

Jólatræið á Tinghúsvøllinum tendraði við brestin, tá hópur av børnum róptu gandaorðini

Hóast vindurin var í meira lagi, tá jólatræið í Miðbýnum í Havn skuldi tendrast, so var Vaglið stúgvandi fult av fólki, sum var komi til hugnaligu løtuna, tá jólamenninir eisini koma á vitjan í Miðbýnum.

 

Sí fleiri myndir frá hátíðarhaldinum, tá ið jólatræið varð tendrað við at TRÝSTA HER

 

Serstakt við jólatrænum hesaferð er, at talan er um gávu frá íslendska høvuðsstaðnum, og umframt nøkur orð frá Derhardi Olsen, presti, helt Elsa Yeoman, býráðsstjóri í Reykjavík, røðu, áðrenn Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð øllum vælkomin.

 

Í mun til fleiri aðrar ferðir, so eydnaðist hesa ferð at tendra træið í fyrstu royndini, tá øll børnini róptu gandaorðið, sum tey høvdu fingið at vita. Ofta hevur annars verið neyðugt at rópt nakrar ferðir, men kanska var eisini heldur ilsligt hjá jólamanninum at standa í stóra stigabilinum í dag, so tað ráddi um at fáa ljósið at rigga sum skjótast.

 

 

Hópur av vætrum og jólamenn, ið komu við gomlum brandbilum, syrgdu fyri, at nóg mikið av karamellum var til øll børnini, og tá vindurin eisini makaði seg nakað, kundu mongu familjurnar eisini nýta løtuna til at hyggja at nøkrum av tí, sum jólabýurin hevur at bjóða í ár.