Tað er nýggjur maður millum stólparnar hjá Víkingi, sum klokkan 19 á Tórsvølli fer at spæla ímóti norðurírska Linfield.
Landsliðsmálverjin Bárður á Reynatrøð bíðar eftir at verða pápi. Tí er hann ikki millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Hann er á beinkinum.
Merkisvert er tað, at Víkingur hevur skift málverja. Seinastu árini hevur landsliðsmálverjin Bárður á Reynatrøð verið fastur maður millum stólparnar hjá Víkingi. Í kvøld situr Bárður á Reynatrøð á beinkinum. Nýggjur í málinum er Hans Jákup Arngrímsson.
Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Hans Jákup Arngrímsson fær møguleikan í europeiskari kapping. Hann er fastur málverji í næstbestu deildini, men tá ið Víkingur í gjárkvøldið var í Klaksvík og spældi ímóti teimum næstbestu hjá KÍ, var Hans Jákup ikki á listanum.
21 ára gamli Hans Jákup Arngrímsson hevur sambært FaroeSoccer spælt 98 dystir í næstbestu deildini og einaferð hevur hann vart málið í kappingini um løgmanssteypið. Hann hevur ikki verið í máinum á besta liðnum í landskappingini.
Víkingur: Hans Jákup Arngrímsson – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Sølvi Vatnhamar, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason – Poul Kallsberg, Jákup Johansen, Ragnar Skála